Tíðindi

Kravið má vera politiskur stabilitetur

www.oljan.fo 20. mars 2014:

“Uppskotið er eitt óheppið signal at senda út í eini leitifasu, har oljufeløgini sita og ivast í, um tey skulu brenna eina til hálva aðru milliard krónur av, hvørja ferð royndin verður gjørd at finna farvegin av steinrunnum evnum undir føroyska havbotninum.”

Orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, og sipar hann til uppskot, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri tingið um at endurskoða oljuskattalóggávuna.

Oljan á tingiHenda vikan í løgtinginum er merkt av, at oljuleiting stendur fyri framman á føroyska landgrunninum. Bæði landsstýrið og andstøða hava lagt uppskot fyri tingið, sum hava til endamál at gera broytingar í verandi lóggávu.

Í gjár viðgjørdi tingið tvey uppskot frá vinnumálaráðharranum um at seta strangari krøv til føroyska umboðan hjá altjóða oljufeløgum, sum hava leitiloyvi her og um at brúka førleikapengar til marknaðarføring av landgrunninum. Í báðum førum var rættiliga stór undirtøka fyri uppskotunum í tinginum. Málini eru farin til viðgerð í Vinnunevndini.

Hósdagin kemur so uppskot hjá Tjóðveldi til samtyktar um at endurskoða oljuskattalóggávuna til viðgerðar.

Ein av teimum føroysku politikarunum, ta tíð hann var í tinginum, og eisini eftir tað sum kommunalpolitikari, ið hevur verið mest virkin í kjakinum um oljumál er Tórbjørn Jacobsen.

Eitt nú hevur hann sum havnameistari í Runavík og seinni sum varaborgarstjóri verið talsmaður fyri – fyri ikki at siga stríðsmaður fyri – at framtíðar oljuvirksemið í Føroyum skal vera í Runavík ella á Skálafjørðinum. Eisini hevur hann luttikið á oljumessum bæði í Norra, Skotlandi, Føroyum og sum røðari á oljufundinum, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri fyri kortum.

Nú Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at endurskoða oljuskattalógina er spurningur okkara, hvat hesin oljuáhugaði politikarin hevur at siga til hetta uppskotið og til úttalilsini hjá búskaparfrøðingi um eitt nú kravið til kaikant.

Vinnan valdi Skálafjørðin

“Nú var tað vinnan, sum frá byrjan tók ta skilagóðu avgerðina, at leggja einastu oljuútgerðarhavnina á Skálafjørðinum. Eg sat sjálvur í landsstýrinum tá, og politiska skipanin gjørdi tað einasta rætta, at lata vinnuna um at prekvalifisera seg fram til hina mest haldgóðu loysnina. Hevði úrslitið verið Klaksvík, Tvøroyri, Vágur ella Tórshavn, ja, so virdi man tað, men úrslitið gjørdist so, at Runavík varð fyrsta valið, og eg havi onga ábending fingið um, heldur ikki sum havnarmeistari við Runavíkar havn, at oljufeløgini ikki hava verið nøgd við umstøðurnar og ta tænastu, sum Atlantic Supply Base, oljuveitingarfelagið, hevur veitt teimum frá fyrsta degi. Í løtuni fyrireika vit havnina til tær báðar boringarnar í 2014.

Nú veit eg ikki hvussu nógv man skal leggja í eitt uppskot til samtyktar um oljuskattalógina frá einum andstøðuflokki, hetta snýr kanska mest um at fremja eina endurskoðing av tí einastandandi dygga lógargrundarlagi, sum varð lagt frá fyrsta degi, eitt tað dyggasta lóggávuverk, sum er framt í Føroyum yvirhøvur, og minst til, í ringastu tíð í landinum.

Hinvegin er Tjóðveldisflokkurin ein so mikið stórur flokkur, at roknast kann við honum sum stjórnarberandi flokki frameftir, og í tí høpinum kann hetta uppskotið til samtyktar tykjast destabiliserandi í mun til karmarnar, vit hava selt okkum uppá kring um allan heimin, og sum oljufeløgini kenna, bæði tey, sum hava verið her, eru her og fara at koma higar. Ja, eg haldi, at hetta uppskotið er eitt óheppið signal at senda út í eini leitifasu, har oljufeløgini sita og ivast í, um tey skulu brenna eina til hálva aðru milliard krónur av, hvørja ferð royndin verður gjørd, at finna farvegin av steinrunnum evnum undir føroyska havbotninum. At leggja uppskot fram uppá hvamsvís í slíkum álvarsmálum er sera vandamikið, tí átti flokkurin at umhugsa at tikið hetta uppskotið til samtyktar aftur, serliga um tað er lagt fram í ovfarakæti og av andstøðustressi í 10 ár.”

Føroyskur kaikantur

– Nú um dagarnar hevði Sosialurin samrøðu við búskaparfrøðingin Johnny í Grótinum um oljumál. Hesin sigur m.a., at kravið um føroyskan kaikant og líknandi politisk inntriv fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í oljuvinnuni, eru beinleiðis skaðilig. Hvørja viðmerking hevur tú til hetta, og annars til aðrar av hansara niðurstøðum?

“Búskaparfrøðingarnir og vit onnur eru við tíðini farin at halda, at kosmos steðgar upp, hvørja ferð ein frøðingur hevur úttalað seg um mál út frá ástøðini, hann hevur sogið í seg á einum lærdum háskúla.

Soleiðis hongur verðin nú einaferð ikki saman. Hinvegin, so er tað gott at búskaparfrøðingarnir koma úr sínum ástøðiliga sjónarhorni, inn í kjakevnini, men málini mega lýsast frá fleiri síðum, og tað er ikki altíð víst, at bara hitt búskaparliga rationale einsamalt er hin ævinligi sannleikin.

Tað var skilagott at flætta føroyska kaikantin inn í lóggávuna frá byrjanini, harvið kendu oljufeløgini fyritreytirar, og handlaðu samsvarandi hesum. Hetta hevur givið føroyskum veitara eina venjing í at servisera oljufeløgini á feltinum, og hevur harvið verið førleikamennandi, samstundis sum tað hevur veitt havnum, og føroyskum kassum, almennum, kommunalum og privatum, nakað av inntøkum.

Búskaparfrøðin hjá Johnny í Grótinum man so vera av tí fatan, at veitingarstøðin lá betri í Aberdeen, og í so máta kann eg bara staðfesta, at vit ikki eru samdir. Hetta er eisini ein spurningur um búskaparliga regulering ella deregulering, og dereguleringin í fíggjargeirunum kring um heimin í árunum fram til 2008 hevur í hvussu er eftir heimskreppuna skríggjað eftir politiskari regulering, bara fyri at samfeløgini yvirhøvur skuldu hóra undan. Donsku, og harvið okkara bankapakkar, eru bara eitt av óteljandi dømum um hetta. – Og frøðingarnir vóru í samtíðini merkiliga kúrrir um guvubjølgabúskapin, tað kvøtti ikki úr teimum, sum var atvoldin til meginkreppuni í heimsbúskapinum fram til skrædlið, tað ræður í grundini bara um at stinga fingurin í jørðina, tá avgerðirnar verða tiknar. Um bera og blektaða snúsfornuft í mongum førum.

Føroyaøkið framhaldandi áhugavert

– Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum hevur lagt uppskot fyri tingið at brúka av førleikapengum hjá oljufelag til marknaðarføring av landgrunninum. Hvat heldur tú um tað?

“Tað er skilagott, um hann ikki hevur nakað annað skilabetri at brúka peningin til.”

– Higartil eru boraðir 7-8 brunnar á landgrunninum, og tveir verða boraðir í ár. Eftir tað er eingin brunnur á skránni, tó at feløgini enn umsita fleiri loyvi.Hvat heldur tú eigur at verða gjørt fyri at eggja feløgunum at bora fleiri brunnar, og eisini at skapa áhuga fyri nýggj feløg at koma henda vegin?

“At halda fast um lóggávuna, sum vit og tey áhugaðu feløgini higartil hava hildið verið nøktandi.”

– Sær tú 2014 sum árið, har tað má bera ella bresta við føroyskari oljuleiting?

“Í fyrstu atløgu verður tað helst rættiliga avgerandi fyri oljuleiting á føroyskum øki, um tað ber ella brestur hjá Statoil í summar og í heyst. Tað kann vera, at ferðin í prosessini minkar, um tað ikki roynist hjá teimum hesaferð, men orkutørvurin og avmarkaðu nøgdirnar á klótuni fara sjálvandi altíð at hava ein ávísan áhuga við sær fyri føroyska økinum, serliga tí at vit liggja so nær við oljufeltini eystanfyri markið. Og 9 brunnar í hesum velduga økinum eru fyri lítið at rokna í mun til rannsøknirnar, sum gjørdar eru aðrar staðir, áðrenn tað brast fyri nevi. Hinvegin, so er tað sjálvandi ein stór fíggjarlig avgerð, hvørja ferð stig verða tikin til at fara undir leiting á okkara leiðum, tí er tað ógvuliga umráðandi, at hin politiska skipanin ikki órógvar prosessina við populistiskum og av handahógvi merktum uppskotum á Føroya løgtingi, sum kunnu tulkast sum destabiliserandi í oljusegmentinum.”