Tíðindi

Kobansku pampararnir

“Men so fingu teir tríggir Magnus Rasmussen, Arnfinn Langgaard og Tórbjørn Jacobsen eisini endurgoldið tveir døgverðar. Teir ótu m.a. hummarar og lambakotelettir á matstovuni MASH í Kastrup floghavn, tann rokningin var góðar 1.400 krónur, og í Stavanger fóru teir tríggir eisini út at eta fínt á La Plaza fyri 3.700 krónur.” Umframt tøl fyri gisting, flogferðir, básluttøku og móttøku var hetta brotið ein partur av tíðindunum í tveimum syftum seinrapartin sunnudagin. Søgan snúði seg um kommunalu luttøkuna á oljustevnuni ONS2014 í Stavanger í døgunum 25. – 28. august.

Tað er skilagott av Útvarpinum at kanna eftir, hvussu peningurin hjá skattaborgarunum verður brúktur, ongin ivi um tað, men tá skal serveringin av tølum og umstøðum helst vera eftirfarandi, og tað var hon ikki í øllum førum í tíðindasendingunum ígjár.

Runavíkar havn hevur hýst einastu oljuveitingarhavnini øll árini síðani farið var undir at royndarbora eftir steinrunnum evnum í føroyskum øki og hevur nú í hálvanannan mánaða hýst fyrsta boripallinum, sum er komin til Føroyar í umvælingarørindum. Tí liggur tað til høgrabeinið, at umboð fyri Runavíkar havn/kommunu vitja á oljustevnum sum hesari. Tað hevði verið rættiliga bakvent, um vit valdu júst hetta slagið av stevnu frá, tá avleidda virksemi av boringunum hevur verið so týðandi í gerandisdegnum hesi árini, eisini sum inntøkugrundarlag hjá Runavíkar havn og økinum sum heild, orsakað av kringvirknaðinum sum slíkt virksemi altíð kastar frá sær.

Vit ætla okkum eisini framhaldandi at vera partur av oljuvirkseminum, sum fer at koma í ókomnum døgum, tí hava vit hesi árini verið partur av føroyska básinum og føroysku móttøkuni í Stavanger. Sum heild snúði søgan hjá Finni Koba og Útvarpinum seg annars um flogferðir, hýruvognar, marglætisgistingar o.s.fr.

Tað kemur ikki mær við, hvussu onnur agera í slíkum førum, men eg skal bara staðfesta at havnarmeistarin við Runavíkar havn, Tórbjørn Jacobsen, búði í einum kamari við nátthúsi hesar dagarnar, har ongin reiddi upp, ikki so frægt at eitt nýtt handklæði var borið inn, tá man royndi at snolla seg upp til stevnumorgnarnar. Tað er praktiskt at búgva í miðbýnum í Stavanger hesar dagarnar. Ein shuttle-bussur koyrir støðugt til og frá stevnuni allan dagin, og tað er ókeypis flutningur, serliga í mun til ovurdýru hýruvognarnar í hesum dýra oljubýi í Noregi, ið mega brúkast býrt tú í útriðjuni av býnum.

Og so aftur til byrjanina av hesi rætting. Sambært fíggjarleiðaranum hjá Runavíkar kommunu hevur havnarmeistarin fingið 464 krónur í dagpeningi hvønn sólarringin hesar dagarnar í havnarinnar tænastu í Stavanger, tilsamans 2.320 krónur til daganna uppihald. Annars skrivar hann í telduposti, at onki krav um endurgjald fyri útreiðslur annars er komið frá Tórbirni Jacobsen, og tað kemur heldur ongin umbøn um hetta. Havnarmeistarin hevur ongan bita etið á MASH-matstovuni í Kastrup tíansheldur etið fínt á La Plaza í Stavanger, soleiðis sum Finnur Koba annars hevur billað øllum Føroya fólki inn, at hann gjørdi.

Forrestin er støðan annars hon, at skattaborgarin ikki betalir útreiðslurnar hjá Runavíkar havn, tað gera inntøkurnar frá góðu kundum okkara. Runavíkar havn er ein trivaligur nettoveitari av fíggjarfæi til vælferðartænasturnar hjá Runavíkar kommunu. Tí kendist hendan kobanska pamparasøgan so heilt og aldeilis absurd.

ES: Havi heldur ikki havt stundir til at lurta eftir Útvarpinum ídag, men skilji á lagnum at Koba hevur spolað alla kykmyndina aftur á null mær viðvíkjandi. Tí leggi eg ikki leiðina framvið hjá fjølmiðlakærunevndini á hesum sinni, soleiðis sum eg ætlaði ígjárkvøldið.

 

Tórbjørn Jacobsen,

havnarmeistari,

Runavíkar havn.