Tíðindi

Kinversk koloni á Skála

Síðani makrelvertíðin undir Føroyum í 2012 var av, hava tveir kinverskir trolarar, Kai Shun og Kai Yu, verið at sæð á Skálafjørðinum. Fyrst fyri íla og í eina tíð hava teir ligið við bryggju á Skála. Skipasmiðjan er farin undir umvælingar fyrst og fremst umborð í Kai Shun, sum liggur í turrdokkini. Afturat hesum báðum lógu eisini cubanski trolarin José Martí og kinverski trolarin Kai Li á fjørðinum og við bryggju, men hesir fóru avstað fyri jól. Hin fyrri liggur nú við bryggju í Havanna ímeðan Kai Li í løtuni liggur í Las Palmas. Thor í Hósvík er umboðsfelag hjá hesum skipum.