Tíðindi

Jólatræsrøða norðuri í Funningi 2014

Jákup Símun
Simonsen

Gott kvøld góðu áhoyrarar – funningsfólk og avbygdafólk.

Tá ið Marjun hjá Henny og Peturi Sofusi ringdi til mín fyrst í november mánaði, og spurdi um eg hevði hug at koma norður til Funnings at halda røðu, tá jólatræið skuldi tendrast  1. sunnudag í advent, so segði eg ja, áðrenn hálvtalað varð orð, og takkaði fyri heiðurin og álitið.

Tá ið telefon varð løgd á, so komu minnini hiðani úr Funningi, míni aðru heimbygd, rullandi í pørtum framvið úr hugans gloymskum. Felags fyri alt, sum kom fram, vóru góð og gevandi minnir, sum eg eri takksamur fyri at hava upplivað her norðuri – bæði í gaman og álvara.

Hálvur funningsmaður – sonur Karlinu hjá Onnu og Jákup Sigurdi niðri á Skála her í bygdini. Niðri á Skála vóru eftir ommu, sum var ættað úr Lorvík, men var úti á Skála, tá ið abbi og hon blivu góð. Hann plagdi at taka til, at tað vóru løtt spor út á Skála at fríggja. Tá hon so flutti til Funnings, fingu sethúsini navn eftir tí staði, hon kom frá: Niðri á Skála – ella niðri hjá Onnu á Skaala, sum verður sagt her norðuri.

Í dag er fyrsta ljósið í  adventskransinum tendrað og merkir hetta, at vit nærkast jólunum, Kristmessu á gomlum norrønum. Barnahátíðin mikla, har vit hugna okkum og minnast á barnið í krubbuni – heimsins frelsara. Tá fara okkara tankar at sveima, og vit verða sum børn aftur. Sum tað eisini stendur so vakurt í einum av jólasangunum: “Børn eru børn, og tað vera vit við, tá vit um jólatræið lið um lið”.

Her norður kom eg nógv, serliga í barna og ungdómsárum. Helt nøkur jól her í seinnu helvt av sjeytiárunum og eisini okkurt nýggjár, og ikki minst øll vikuskiftini, tí eg var so heppin at hava tvey systkinabørn, Oslu og Sigmar, ið høvdu bil, og eg kundi sleppa norður við teimum.

Í eitt tíðarskeið í 1976 gekk eg í skúla her norðuri. Tá í mestsum fullari skúlastovu, har Andor Sivertsen lærari so meistarliga stýrdi hesum balstýriliga barnaflokki. Minnist serliga, hvussu væl hann dugdi at halda morgunandaktina á sínum ramliga gjáarmáli, og tá ið vit høvdu kappingar, um at vita og gita, hvussu ymsu høvuðsstaðirnir itu í Europa – eisini teir eystan jarntjaldið – tá var spenningur í.

Her leiktu vit fleiri leikbrøður hiðani úr bygdini frá fjalli til sjóvarstrond, á seiðabergi, at fiska síl í Stórá, á fjalli, fletting, í hoyna, at kasta nót, sildagørn á fjørðinum, og onkur minnilig grind var eisini. Jú, her var nógv spennandi og gevandi. Kann nevna – eitt sindur av reypi -, at sum eg  havi skilt tað, so hava Osvald hjá Dia og eg metið í sílafisking í Stórá. Vit byrjaðu heilt niðri í Ósanum og royndu allan vegin niðaneftir – við onkrum avstingara í Skarðsá – og tá ið skýmingin kom, og vit vóru komnir niðan í Fitjagjógv, tá høvdu vit 49 síl . Komnir oman í Dalsbø, vóru Turid og Karlina komnar at leita, og tá var meira enn hálvaskýmt. Tað metið verður neyvan tikið, tí nú er minni vatn í ánni.

Og barnaminni jólaaftan, ræstur fiskur og sperðil var komin niðurum seinnapartin á degi, og angin av sagisúpan fylti smáttuna, og tá so Sámal í Hoygarðinum byrjaði at ringja jólini inn kl. 6 jólaaftan, og omma bað okkum tendra livandi ljósini  vindeygunum,  ja tá byrjaðu jólini. Ongantíð og ongastaðni hevur sálmurin hjá Símuni av Skarði verið vakrari fyri mær enn í Funnings kirkju, undir hesum høgu fjøllunum, um jólahalguna: “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt við himmalskum gleðiljóði”…. serliga 3. ørindi : “Tó myrkur fyllir dalar og skørð, og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð, við sínum jólagávum”.

Jú, dýrabær minnir frá barnaárum.

Her í bygdini – hava tit eftir mínum tykki – ta vakrastu av teimum gomlu trækirkjunum, har hon stendur so bærilig Niðri í Hólma. Takk  funningsfólk fyri, at tit hava røkt Harrans hús so væl.

Nú hevur Fornminnisfelagið fingið Ølvustovu uppaftur – og takk til tey, ið hava skipað fyri hesum.

Nú kundi verið so lagt á annan bógv. Altíð hevur okkurt spennandi verið við Húsatoftum og toftunum frammi í Dalsbø. Hetta eigur at verða næsta stigi á leiðini at fáa grivið hesar toftir út. Kanska kundu vit funnið beinagrindina av Grími Kamban inni í Húsatoftum ?  Her hann steig fótin
á land.

Sum tað stendur í sálminum hjá Gudmundi Bruun: “Fedranna kirkja í Føroya tjóð” í 2. ørindi.

“Halgað úr forum var Føroya land, sól frá Guðs ásjón á skygdi, knørrirnir bóru Grím Kamban á land, har sum Guðs náð hevði veingir tænt, keltiskir kristmenn í bygdu”.

Jú, her eigur at vera farið út á flógvu skrivstovurnar í Runavík hjá Magnusi í Lamba og Tobba á Langanesi; at fáa teir at skunda undir fornminnismyndugleikarnar um at fara undir skipaðan útgrevstur av hesum dýrabæru toftum.

Sum eg byrjaði við, so eru jólini barnahátíðin mikla. Børnini gleða seg og eru so spent til ta stóru løtuna, tá pakkast skal upp.

Hvat kunnu vit vaksnu so gera við jólaboðskapin í 2014, nú gleði-boðskapurin stundum tykist at falla burtur í millum vættrar, nissur og handilsjól ?

Jú, vit kunnu sanniliga taka ímóti jólaboðskapinum um Jesusbarnið, við at lata okkara hjørtu upp – pakka tey upp. Rætta eina hond út, eitt smíl, eitt jaligt orð, eitt herðaklapp, gloppa eina hurð hjá tí einsamalla, og ikki minst at gera høgtíðina so hugnaliga, sum til ber saman við okkara. Tá leggja vit tað góða niður í børnini, sum tá tey eina ferð eru vaksin, fara at føra tann førningin víðari, ætt eftir ætt.  Jólini nerta við okkum uppá ein fjálgan hátt, og minni frá barnaárunum er ikki, hvussu nógvar gávur, ella hvussu stórar gávurnar vóru. Nei, minni standa eftir, hvørjum man
helt jól saman við, og at tað varð hugnaligt og fjálgt. Lat okkum hava hetta í huga í hesi sælu adventstíð.

Takk fyri, at tit lýddu á og tøkk til funningsfólk fyri at tit altíð eru so vinsæl, tá ið vitjað verður aftur á steinarnar. Við ynski um eina gleðiliga adventstíð.

Fari at takka Nes sóknar musikkfelag fyri góðu og fjálgu jólatónarnar.

Síðani fara vit oman í skúlan til ein drekkamunn.

Takk fyri