Tíðindi

Hinumegin havið

Hesa vikuna verður árliga ráðstevnan í Miami hildin, har øll áhugamál, sum hava við ferðamannaskip at gera, eru umboðað. Útgerðarfeløg, havnir, umboðsfeløg, túroperatørar, mekaniskir veitarar et.c. Úr Føroyum eru komin umboð fyri havnirnar í Runavík, Klaksvík og Tórshavn og fyri Tor-Shipping og Mb-tours. Í dag hava umboð fyri Faroe Ship og Bakkafrost verið at sæð á stevnuni, eftir at tey hava verið og vitjað stóru fiskivinnustevnuna har norðuri í Boston, sum eisini verður hildin í hesum døgum.

Runavíkar havn er umboðað av havnarmeistaranum Tórbirni Jacobsen og Rannvá Troest, sum í eina tíð hevur ráðgivið og verið við til at menna Skálafjørðin til eitt nóg áhugavert mál hjá ferðamannaskipum at koma til. Hetta er drúgført arbeiði, og úrslitini koma ikki eftir einum degi, avtalur verða gjørdar fleiri ár fram í tíðina, men ongin ivi er um, at hendan vinnan hevur ein vaksandi áhuga fyri Runavíkar havn sum ferðamáli, sjónlig tekin eru um tað í vaksandi samskiftinum, vit hava við tey, sum stjórna skipaferðsluni í hesum høpinum.

Í sambandi við ráðstevnuna í ár er gjørdur ein nýggjur faldari, sum í stóran mun miðar eftir júst hesum segmentinum. Hann sæst á framsíðuni á heimasíðu okkara, og er gjørdur í tøttum samstarvi millum havnarmeistaran, Rannvá og Sjúrð Højgaard, sum er grafiskur sniðgevi hjá Krea í Saltangará. Fólk halda hann vera væl sneiddan, og hann hevur vakt áhuga í vinnuni.

Á myndini síggja vit teir tríggjar Tórbjørn Jacobsen, Óla Jøkladal og Meinhard Petersen, umboðandi tær tríggjar føroysku havnirnar, og á niðaru myndini sita tey bæði Rannvá Troest og Jens Skrede stjóri og práta saman í klivanum hjá Cruise Europe. Jens hevur mong ár á baki í hesi vinnuni og í hesum felagsskapinum hjá europeiskum havnum. Cruise Europe er ein vaksandi felagsskapur, og fyri kortum komu tríggjar havnir á meginlandinum uppí afturat. Runavíkar havn hevur í góð tvey ár verið limur í hesum europeiska felagsskapi.