Tíðindi

Heimafriður og Runavíkar havn

Felagið Heimafriður handaði í kvøld býráðnum í Runavíkar kommunu undirskriftir, sum eru savnaðir inn í seinastuni.

Jónsvein Simonsen handaði við hesum orðum borgarstjóranum undirskriftirnar:

Vit undirritaðu vilja boða lands og kommunumyndugleikum frá, at vit eru fleiri enn 2 ella 3 fólk, sum hava stórar trupulleikar av órógvandi skipum, sum liggja og larma og rúka dag út og dag inn so at siga árið runt! Langtíðarárin kann man óttast fyri. Longu nú, eftir fáum árum, hava fleiri fólk, meira og meira trega av hesum plágum. Vit taka undir við loysnunum sum Heimafriður vísir á og krevja at fáa heimafrið umgangandi! Hesi skip eru ikki egnaði at liggja nær bygdum øki.

Eftir handanina flutti borgarstjórin fram hesa røðu:

Fyrst av øllum fari eg fyri Runavíkar býráð at takka fyri handanina av undirskriftum, ið sum skilst hava til endamáls at gera vart við, at ov nógv órógv og roykur reka niðan í bygt øki – av og frá skipum við bryggjurnar í Runavíkar kommunu.

Vit eru so vælsignað í einum demokratiskum samfelag, at vit eiga grundlógartryggjað hugsanar, talu- og skrivifrælsi. Løtan júst nú, har framsagnarfrælsi eigur eina glæsiliga løtu, tí at borgarar í skrift og talu gera lokalpolitisku institutiónina varðuga við, at okkurt eigur at verða broytt til frama fyri borgararnar, soleiðis, at trivnaðurin í gerandisdegnum gerst uppaftur betri, er gott dømi um at demokratiið virkar – eisini í Runavíkar kommunu.

Skilji á lagnum, at innsavningin hevur gingið undir herrópinum: Nú er nóg mikið í Runavík! Fólkið sigur stopp!

Eitt býráð er valt til at stinga eina menning út í kortið og at fyrisita ognirnar hjá borgarunum sum frægast í einum valskeiði á 4 ár. Er niðurstøðan í opiniónini, at umboðandi valdið hevur svikið í einum skeiði, so ber til at skilja korn frá dumbu, og velja onnur umboð at verja áhugamál borgaranna ístaðin, táið val verður aftur. Í okkara føri um eitt lítið ár. Hetta forðar kortini ikki fyri, at borgarar – í einum valskeiði – gera vart við sína ónøgd í einstøkum málum. Soleiðis sum vit síggja tað í dag. Hetta styrkir megina í fólkaræðinum, og díkir á valdu umboðini, soleiðis, at hesi eisini mega taka støðu til mál, sum koma úr fólkahavinum.

Tað eru nógvir tættir í politiskum arbeiði, og fremsta uppgávan hjá býráðslimunum – umboðum borgaranna – er at umboða teir allar so skilagott sum gjørligt. Í hesum aktuella førinum verður sagt, at fólkið – fólkið – sigur stopp. Tað kennist nú einaferð, sum herrópið í hesum aktuella førinum ikki rættiliga er umboðandi, tað ber nú einaferð ikki til hjá sløkum 5%´um av íbúgvunum í einari kommunu at spenna hini 95%´ini fyri ein vogn, og útrópa seg sjálvan sum verandi fólkið og umboðandi fólksins áhugamál. Í skemtiligum høpi minnir hetta um franska hugtakið “l’état c’est moi”. Á døgverða í dag búðu 4.143 fólk í Runavíkar kommunu og 200 teirra hava skrivað undir hesa adressuna.

Annars er tað at siga, at Heimafriður fyri tíð síðani kærdi Runavíkar kommunu til Løgtingsins Umboðsmann um sama mál. Tað málið gongur sína gongd eftir skipaðum mannagongdum. Kommunan hevur svarað, Heimafriður svaraði aftur og fyri fáum døgum síðani hevur kommunan gjørt sínar seinastu viðmerkingar. Hvørja niðurstøðu Umboðsmaðurin kemur til, er ilt at vita. Kanska hendir onki, kanska fær kommunan eina átalu ella hendir okkurt triðja, men tað loysir ikki málið, ella trupulleikan, sum Adressan, handað í dag, ger vart við. Tað er ein spurningur um at fara ítøkiliga til verka fyri at tað, sum verður rópt ring avleiðing av skipaferðslu í Runavíkar kommunu, gerst minimal.

Faktuella støðan er hon, at Runavíkar havn eftir best mettu framrokning fer at hava ein bruttovinning á 21,5 mió. kr. í 2019. Nettovinningurin verður 11,5 mió. kr. Fyri at seta hesi tøl inn í ein kommunalan samanhang, so verður vinningurin hjá Runavíkar havn í 2019 væl størri enn busjetteraða yvirskotið hjá samlaða kommunala høpinum í 2020, ið skal brúkast til at gjalda skuld niður við. Táið alt er sami peningakassi, ber til at siga, at uttan inntøkurnar frá Runavíkar havn hevði skuldin hjá Runavíkar kommunu vaksið í 2020. Tí vænti eg ikki at nakar situr innibrendur við tí áskoðan, at Runavíkar havn verður niðurløgd, stongd, so svart/hvítt meti eg ikki at nakar hugsar í hesum málinum.

Satt at siga, so er tað meiri enn so komið fyri, at eg havi verið samdur við Heimafriði. Tað havi eg eisini gjørt vart við á røttum staði, og tí er tað nú soleiðis, at nøkur skip eru black-listað og sleppa ikki inn á fjørðin longur, í hvussu er ikki til bryggjur við Runavíkar havn. Tað hevur verið arbeitt dúgliga við hesum málinum í drúgva tíð, tað mesta av hesum valskeiðnum, og sum sæst, er hálvonnur mió. kr. sett av til at fyrireika landstreym í 2020. Hartil er tað nú, umsíðir, komið eitt samskifti í lag, ímillum Føroya landsstýrið, Kommunufelagið og Havnanetverkið undir hesum felag, um sama mál. Einasti farvegurin fyri at loysa málið er, at ein felagsloysn verður funnin, og at landsmyndugleikin ger eina heildaráseting, – sum skal fylgjast. Process er komin í málið, tí kann væntast at eitthvørt ítøkiligt fer at spyrjast burturúr í næstum.

Nú kann eg ætla, at lesarabrævið hjá skyldmanninum, Jónsveini Simonsen, á ymsum miðlum í gjár, er umboðandi fyri Adressuna – innsavningina av undirskriftum, og satt at siga gjørdist eg ikki sørt skakkur av hesi orðingini: “Ræðandi var tó at uppliva, at nøkur tordu ikki at skriva undir, tí tey vóru bangin fyri avleiðingum frá kommununi og øðrum. Møguliga missa arbeiði. Ella at verða niðurgjørd í socialum miðlum.” Millum reglurnar verður sagt, at Runavíkar kommunu er so markleyst lødd við hevndarhuga, at stúrnir íbúgvar ikki seta seg førar fyri at brúka demokratiska rættin at siga frá, um okkurt ikki hóvar teimum. Vóni sanniliga ikki, at hetta er ein umboðandi hugsan í okkara staðbundna fólkaræði – tí er tað so, hava vit eitt gigantiskt problem, sum onkur má gera okkurt við. Tað verður í hvussu er ikki við borgarstjórans vilja, at nakar á nakran hátt verður skerdur, tí at viðkomandi, sum ein eigari av fólkaræðinum, ger vart við seg, líkamikið hvussu ónøgdur man annars er. Framsagnarfrælsi – undir ábyrgd sjálvandi – er treytaleyst í mínum hugaheimi. Tey fólkavaldu eiga skipanaðarábyrgdina av at halda stikini í fólkaræðisligum standi til eina og hvørja tíð – onki annað. Vit sita tíðarmátað á taburettunum av tykkara náði. Punktum.

Annars aftur til málið. Í løtuni verður virkað við málinum á fleiri hermótum. Involveraðu partarnir sita sum sagt saman, kommunan hevur sína skrá og flotin verður og fer við tíðini at verða endurnýggjaður, soleiðis sær alt nú einaferð meiri hugaligt út, í mun til undirliggjandi orsøkirnar fyri hesum skjalinum, sum tit hava handað Runavíkar kommunu fyri løtu síðani.

Takk fyri vitjanina og ávaringina.