Tíðindi

Havnarøkið

Nakað fyri jól sendi borgarstjórin vegna Runavíkar kommunu út kunningarskriv um tey ymisku viðurskiftini í økinum. Parturin um havnaøkið var hesin:

Runavíkar havn røkkur av lendingini í Æðuvík norð á lendingina í Funningi og av støðni í Lamba yvir um fjørðin til Skála. Virksemi er nógv, margfelt, og hartil er tað spjatt. Mesta skipaferðslan inn og út av fjørðinum er í Runavík, Søldarfirði og á Skála.

Báðu megin árskiftið 2010/2011 kom rættiligur stígur í kring havnarlagið í Runavík. Tann stóra konsernin United Seafood, sum átti flakavirkið, fleiri trolarar og Landingarmiðstøðina, fór av knóranum, og so at siga alt virksemi, ið hevði verið víðfevnt frammanundan, steðgaði upp. Tá nakað var fráliðið av seinasta ári, keypti Faroe Origin flakavirkið og meginpartin av trolaraflotanum, sum frammanundan hevði verið í sama eigaraskapi. Harvið kom lív aftur í tann partin av virkseminum. Seinri keypti Runavíkar kommuna pakkhúsið, har sum Landingarmiðstøðin hevði virkað, og frá 01. november 2011 hevur kommunan leigað húsið út til flutningsfelagið Fresh Link, ið siglir í rutufarti ímillum Føroyar og Skotland. Runavík var ein av teimum stóru farmahavnunum í mong ár, men stígur kom í hesum viðvíkjandi á sama hátt sum aðrar staðir í landinum, táið man valdi at miðsavna allan inn- og útflutning í høvuðsstaðnum. Sæð í hesum ljósinum er flutningsvinnan hjá Fresh Link eitt kærkomið nýbrot, og sigast má, at flutningurin hevur verið ómetaliga støðugur, og í 2012 hevur skip teirra “Silver Fjord” verið 97 ferðir á Runavík.

Í 2012 hevur Statoil verið fyriskipingarfelag í áttandu oljuroyndarboringini undir Føroyum. Aftur hesaferð varð Atlantic Supply Base valt at vera veitingarfelag og Runavík vald at vera oljuveitingarhavn. Nógv virksemi er komið burtur úr hesum, og yvirhøvur hevur tað gingið sum eftir ánni at servisera boriplattin hiðani. ASB leigaði oljubryggjuna burturav til endamálið frá 1. juni, og hava teir virkað har og frá teimum báðum pakkhúsunum, sum teir keyptu frá Faroe Ship. Ynskiligt hevði verið, at atløgusíða varð gjørd ímillum oljubryggjuna og ta gomlu bryggjuna frá Havnarskrivstovuni og norðureftir, eisini fyri at gera arbeiðsgongdina lættari hjá veitingarfelagnum, men higartil er peningur ikki settur av til endamálið. Sambært Statoil steðgaði boringin, áðrenn komið var til tað ætlaða málið, og tí kann roknast við, at arbeiðið heldur fram í 2013. Ætlanir eru eisini um at royndarbora í 2014, og tær drúgvu royndirnar og savnaða vitanin hjá ASB verður í hvussu er ikki forðingin fyri, at ASB og Runavíkar havn aftur kunnu bjóða seg fram sum miðstøð fyri allari neyðugari veiting. Nevnast kann, at eisini Faroe Ship hevur havt fólk stationerað í økinum, á bryggjuni, í summar, í sambandi við, at felagið hevur umboðað okkurt av skipunum, sum hava flutt farm ímillum Noreg og Runavík í summar og í heyst. Veitingarvirksemið hevur verið eitt gott íkast til rakstrarúrslitið hjá Runavíkar havn í 2012.

Aftur í 2012 hava fremmandir trolarar og farmaskip vitjað Runavíkar havn. Serliga russisk skip, sum umskipa veiðuna, men hartil hava tey flestu lagt til merkis, at kinesiskir og ein cubanskur trolari hava verið á fjørðinum og við bryggju, serliga síðani makrelvertíðin var av undir Føroyum. Eisini hetta hevur verið eitt gott íkast til raksturin hjá Runavíkar havn. Vantandi heldur hetta virksemi fram, nú svartkjaftakvotan er vaksin í 2013, og makrelfiskiskapurin helst verður tann sami sum í 2012.

Á Skála er tað mesta virksemið kring um skipasmiðjuna. Articon og El-Service virka eisini á havnarøkinum. Søldarfjørður er eitt týdningarmikið havnarlag inntøkum viðvíkjandi, ikki minst táið royndarboring er undir Føroyum, og veitingarskipini bunkra beinleiðis frá tangunum. Hetta gevur størri frekvens og harvið størri inntøkur. Saltgoymsla er eisini í bygdini. Alivirksemi er á støðni í Lamba, og alifiskur verður tikin upp á land í Oyndarfirði og í Funningsfirði, har eisini plattaframleiðsla er.

Fyri at kunna samanbera tølini hesi árini eru lendingar og bátahyljar ikki við í inntøkum og útreiðslum.

Niðurlaðingin av Runavík sum farmavinnuhavn fyri nøkrum árum síðani gjørdist ein stórur smeitur fyri Runavík, á sama hátt sum tað varð fyri aðrar havnir kring landið. Hetta sæst í stabbunum omanfyri, sum eru samlaði tøl, síðani Skála havn gjørdist ein partur av felagshøpinum Runavíkar havn, og tí ber til at samanbera árini frá og við 2005, lendingar og bátahyljar undantikin.

Tað hevur kortini gingið frægari aftur hesi seinastu árini, og í stabbayvirlitinum sæst eitt nú, at yvirskotið hjá Runavíkar havn er næstan 4 ferðir størri í 2012 enn tað var í 2006 og tvær ferðir størri enn tað var í 2009. Hetta hóast útreiðslurnar hava verið óvanliga stórar í 2012, bæði av tí økta frekvensinum, av umbótum av gomlum sliti og serliga orsakað av tí ringa veðrinum seinasta vetur, sum kostaði fleiri hundrað túsund krónur í umvælingum. Sigast skal eisini, at tølini fyri 2012 eru ein meting út frá ítøkiligu støðuni pr. 1. desember 2012.

Viðvíkjandi ferðaskipavinnu hevur Runavíkar havn lagt nakað fyri til tess at økja frekvensin av cruise-skipum hendanvegin. Vit hava vitjað cruiseráðstevnur í USA og suðuri á meginlandinum og hava samband við viðkomandi útgerðarfeløg. Júst hendan vinnan hevur eina óvanliga langa “bremsilongd”, sáttmálarnir verða avráddir fleiri ár fram í tíðina, og vit vóna og vænta, at ein vøkstur verður í hesi vinnuni sum frálíður. Í ár vitjaði eitt skip Runavík, og samstundis var “Amadea” tað átjanda skipið í røðini síðani 2005.

Viðvíkjandi íløgum verður í løtuni fylt út og planerað fyri nýbygging hjá Bakkafrost inni á Glyvrum, og tað verður eisini hildið á næsta ár. Hildið verður fram við útbyggingini av bátahyljunum á Skála og á Glyvrum . Arbeitt verður eisini víðari við havnaætlanini fyri tann partin av fjørðinum, sum Runavíkar havn varðar av. Dagføringar av havnaløgunum og møgulig víðkan verður uttan iva nakað, sum taðnývalda býráðið fer at viðgera og raðfesta í komandi tíðum.

Tvey starvsfólk eru í føstum starvi við Runavíkar havn, og viðurskiftini hava gott og væl stabiliserað seg eftir stígin, sum var íkomin. Stabbamyndin omanfyri sýnir, at menning er komin í á havnaøkinum aftur, og vónandi kann tann gongdin halda fram, men tað veldst um, at fleiri fyritreytir verða okkum til vildar.