Tíðindi

Havnarøkið 2015

Runavíkar havn er ein samanrenning av Skála-, Funningsfjarðar-, Oyndarfjarðar-, Søldarfjarðar-, Glyvra- og Runavíkar havn. Hartil eru bátahyljar og lendingar í Funningi, Funningsfirði, Elduvík, Skálafirði, á Skála, Skipanesi, Søldarfirði, Lamba, Runavík, Rituvík, Æðuvík og á Glyvrum og Skála løgd undir Runavíkar havn at umsita.

Longu í 2014 var greitt, at onki felag hevði ætlanir um at fara undir at bora og leita eftir olju og gassi í føroyskum øki í 2015. Á tí vinnuøkinum er tað sjálvandi eitt afturstig fyri Runavíkar havn, ið hevur verið oljuveitingarhavn allar tær ferðirnar, roynt hevur verið at bora undir Føroyum síðani fyrst í hesari øldini. Soleiðis sum oljumarknaðurin skikkar sær í løtuni, við søguliga lágum prísum, er ikki væntandi, at farið verður at at bora í okkara øki við tað fyrsta. Borgarstjórin og havnarmeistarin vitjaðu nøkur oljufeløg, sum hava støð í London, fyrr í ár, og tað skiltist greitt á lagnum, at Føroyar í oljuhøpi ikki verða áhugaverdar fyrrenn oljuprísurin aftur er farin væl upp um 100 dollarar fyri tunnuna. 2014 varð eitt merkisvert ár fyri Skálafjørðin á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin at ein boririggur, í vavi ímillum heimsins størstu, kom inn á fjørðin til umvælingar. Sum heild, við avleiddum virksemi, gav hetta havnini góðar inntøkur. Stútt og støðugt stríðast menn við at gera hesa royndina aftur, kortini eydnaðist hetta ikki í 2015, og er tað helst eisini ein avleiðing av, at oljuvinnan er so illa sperd í hesum døgum.

Har ein hurð fer í lás, plagar onnur at fara úr lási. Um ikki mega royndir gerast fyri at so skal verða. Viðvíkjandi inntøkum var árið 2014 metár hjá Runavíkar havn. Slakar 15 mió. kr. Við kendu fyritreytunum var onki sum bendi á, at Runavíkar havn fór at kjálka upp ímóti somu inntøkum í 2015 sum árið fyri. Umframt at oljuvirksemi ikki var væntandi í ár, so var einasta flutningsfelagið, ið hevði nýtt Runavík sum støð í millumlandasigling við vøruflutningi, Fresh Link, farið av knóranum. Kortini hevði vøksturin á øðrum mótum tað við sær, at hetta árið samanumtikið fer at hilnast á leið líka væl sum 2014 á inntøkusíðuni.

Russiskir togarar og farmaskip hava verið títtari á fjørðinum enn árini frammanundan. Hetta hevur verið eitt sera gott og vaksandi íkast hjá Runavíkar havn. Yvirhøvur fiska teir sild, makrel og svartkjaft úr kvotum í føroyskum og altjóða øki, og fyri at spara tíð og orku flyta teir veiðuna til Russlands og partvíst til Afriku við farmaskipum. Faroe Agency og Faroe Ship eru umboðsfeløg teirra, og kvoteringarnar fyri 2016 skuldu verið grundarlag fyri væl av hesum vitjanum í komandi ári eisini.

Lokala flutningsfelagið hjá Højgaard brøðrunum, Frakt & Sand, hevur eisini havt ein vaksandi flutning til havnina. Nógv økt byggivirksemi í landinum ger, at teir, umframt siglingina ímillum onnur lond, hava lagt seg eftir at koma hendanvegin við vøru til tann vinnusektorin.

Meiri virksemi hevur verið við bryggjurnar á Skála í ár, og harvið eisini hjá Skipasmiðju-samtakinum Mest og El-Service. Í Funningsfirði hevur nógv virksemi verið á timbur- og plattaverksmiðjuni hjá felagnum Atlantshav. Felagið hevur bygt út á landi, og flytir nú alla rávøruna beinleiðis úr Baltalondum til bygdar, og hevur tað vaksið munandi um inntøkurnar í Funningsfirði. Alingin hjá Bakkafrost á fjørðinum gongur sína gongd, og ein spennandi roynd á Funningsfirði er taraalingin, sum enn er á royndarstigi. Á einum taraseminari í Norðurlandahúsinum varð sagt, at marknaðurin var væl nøgdur við framleiðsluna, og at væl ber til at ala tara í føroyskum sjógvi, tí síggja teir sum fáast við hesar royndirnar ein veruligan mennningarmøguleika í hesum alternativinum, sum føroyingar ikki hava fingið lønandi vinnu burturúr áður. Á Oyndarfirði hevur Marine Harvest ongan fisk tikið í ár, men væntandi verður fiskurin í ringunum
tøkubúgvin í 2016.

Árið 2015 hevur hilnast hampuliga væl hjá flakavirkinum Faroe Origin. Togararnir hjá felagnum hava landað eini 8–9 túsund tons í ár, umframt at teir hava verið á makrelveiði. Virksemið hjá Faroe Origin, við togarum og flakavirki, er ein meginbulur í vinnuvirkseminum í Runavíkar kommunu.

Nú fer at síggjast fyri einum enda á stóru útbyggingini hjá Bakkafrost á Glyvrum. Í summar kom snotuligi brunnbáturin “Hans á Bakka” til bygdar, og tá virkið er liðugt og alt tilfeingið felagsins verður siglt inn, savnað og framleitt á Glyvrum, fer hetta at geva eitt rættiliga munagott íkast hjá Runavíkar havn eisini.

Sum sagt frá omanfyri hendi eisini tað í árinum 2014, at felagið Fresh Link fór av knóranum. Felagið sigldi í fleiri ár í fastari rutusigling ímillum Runavík og Scrabster í Skotlandi, tvær ferðir um vikuna. Leigumálið um tað, sum vanliga verður rópt Beta-húsið, var harvið heldur ikki til longur. Húsið sjálvt fór heilt illa í einum ódnarstormi beint fyri jól í 2013, men er nú umvælt av einslistum. Faroe Ship leigaði síðani húsið, og hevur hetta felag nú tikið upp farmaflutning til og frá Runavík við farmaskipunum “Lómur” og “Blikur”. Hetta er ein gongd sum leingi hevur verið bíða eftir, tí inntøkurnar fáast ikki at vaksa við verandi bryggjufasilitetum, somikið er trýstið blivið, um tær ikki eisini fáast frá vørugjaldi fyri góðs, sum fer inn og út um bulvirkini á bryggjunum.

Fýra ferðamannaskip hava vitjað Runavíkar havn í 2015. “Black Watch”, “Braemar”, “Boudicca” og “Rotterdam”. Tað er væl frægari enn hini árini, og ein orsøkin er sólar-myrkingin í mars mánaða. Stútt og støðugt liggur havnin framvið fyri at fáa ferðamannaskip hendanvegin, og afturmeldingarnar frá teimum vitjandi hava verið góðar. Seinastu árini hevur havnin vitjað árligu cruise-messurnar í USA og í Europu, og neyðuga netverkið er nú komið upp at standa. Nógv arbeiði skal leggjast í, fyri at vøkstur skal koma í hendan vinnupartin, og í løtuni hava vit fingið fráboðan um tríggjar vitjanir í 2016.

Eitt yvirlit yvir fíggjarligu gongdina hjá Runavíkar havn, frá 2005 til og við 2015 (seinasta árið er ein meting), sæst á stabbamyndini niðanfyri. 2005 var árið, tá Skála kommuna og Runavíkar kommuna gjørdust ein kommuna, og tær báðar havnirnar harvið gjørdust ein og sama rakstrareind undir heitinum Runavíkar havn. Eftir eina støðuga afturgongd í fleiri ár hevur framgongd aftur verið í inntøkunum síðani 2010-2011, av øktum virksemi, og størru útreiðslurnar í 2014 og 2015 stava fyrst og fremst frá hesum sama, størri frekvensur – størri tørvur á arbeiðsmegi og umvælingum, men øktu útreiðslurnar stava eisini frá neyðugum dagføringum á havnarøkinum. Eitt nú eru brúgvar lagdar út í bátahyljunum í Søldarfirði og Oyndarfirði og bátahylurin á Glyvrum er nú so gott sum í tí standi, ið ætlað varð. Skaðin, sum brimverjan í Lamba fekk í einari ódn fyri tíð síðani, er umvældur, og stóri skaðin frá sama ódnarveðri og uppgangi, á Kráargili í Rituvík, liggur enn á láni at vera umvældur.

Tað er ilt at siga hvussu 2016 fer at vignast, í hvussu er vita vit við rímiligari vissu, at ongin oljuboring verður á føroyskum øki næsta summar. Høvuðsbularnir verða kortini virknir. Flakavirkið tykist vera í eini tryggari legu, Bakkafrost er í stórari menning, serliga her á fjørðinum, skipasmiðjuvirksemið sær spennandi út, sand- og farmaflutningurin hjá Sand & Frakt er vaksandi, umframt allar smiðjur og tænastufyritøkur framvið havnaløgunum, sum skapa nógv virksemi og øktan skipafrekvens til og frá Runavíkar havn. Runavíkar kommuna hevur nú ítøkiligar ætlanir um at víðka havnalagið í Runavík, við at knýta oljubryggjuna Kongshavn og soróptu BETA-bryggjuna saman. 8 mió. kr. eru settar av til arbeiðið í 2016, og ætlandi verður hesin parturin av havnarvíðkanini liðugur í 2017. Hetta fer at hava tað við sær, at vit kunna bjóða fram eina samanhangandi bryggju á 320 metrar við 12 metra dýpi, umframt teir seytjan hundrað metrarnar av atløgusíðu vit annars ráða yvir við tey ymsu havnarløgini í kommununi. Ætlanir eru eisini um at víðka uppaftur meiri um havnalagið, tá farið verður undir at grava undirsjóvarsmogu á Tangafirði. Ætlandi kann partur av grótinum haðani geva okkum eitt uppland við havnalagið á 80 túsund fermetrar afturat.

Trý fólk eru í føstum starvi við Runavíkar havn. Á nýggjárinum fer havnarmeistarin í farloyvi í eitt ár, og orsøkin er, at hann skal taka yvir borgarstjórasessin, sum Magnus Rasmussen, løgtingmaður, hevur røkt í 7 ár.