Tíðindi

Havnarlagið karmur um stórt mentanartiltak

Tiltakið ber brá av, at ítróttarfeløg, kommunan, handilslívið, vinnan og áhugabólkar standa saman um at menna og fjálga um trivnaðin og bjóða tað fram tað, sum eyðkennir økið.

Byrjað verður kl. 10 við at sølutorgið við alskyns vørum letur upp. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi, slush-ice, vafflusølu, suppu og mangt annað. Harumframt er ponyríðing og andlitsmáling til børnini.

Ein stór grill er sett upp á økinum, har Bakkafrost bjóðar ókeypis smakkroyndir av laksi.

Eins og undanfarnu ár er ein rúgvusmikil skrá sett saman, bæði til børn og vaksin.

Teir ungu Jassarnir, sum fyri fyrstu ferð spældu alment á Eystanstevnu, vóru so mikið væl móttiknir, at teir sleppa at royna seg aftur á Laksatorginum. Teir, sum manna bólkin, eru Áron, Leivur, Beinir og Rókur og ganga allir í 4. flokki við í Skúlanum við Løkin. Tað verða fyri tað mesta kend løg, sum Jassarnir koma at framføra á Laksatorginum.

Víðagitni klovnurin Bubu kemur eisini at undirhalda tey smærru børnini.

Beinir fer á pallin saman við nýggja bólki sínum, sum er mannaður við dugnaligum ungum eysturoyingum: Bárður Petersen spælir gittar, og Eyðtór á Dalbø trummur; teir eru báðir úr Fuglafirði, meðan skálamaðurin Bergur Fonsdal Johannesen spælir bass. Beinir og hansara menn hava luttikið í tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Á Laksatorginum fara teir at spæla nýggj løg hjá Beinir, sum ætlandi verða á hansara komandi útgávu.

Hin fólkakæri og skemtuligi Sámal Ravnsfjall verður eisini at hoyra, harumframt fara góðir country-tónar at ljóma frá ongum minni enn Countrykonginum sjálvum – Hallur Joensen.

Sum nakað nýtt fáa børnini høvi til at royna kajakkir og ein skjóttgangadi bátur fer við fullari ferð eftir Skálafjørðinum.

Skráin og onnur kunning um laksatorgið sæst inni á www.visitrunavik.fo og á facebook-síðuni.

Tað er Visit Runavík, sum fyriskipar Laksatorgið og boðar frá, at fólk kunnu fyrireika seg uppá eitt lívligt havnarlag, við nógvum hendaríkum upplivingum.