Tíðindi

Fullir snúningar á oljuhavnini

Portalurin www.oljan.fo skrivar soleiðis: “Dagurin 17. juni 2012 kann gerast søguligur. Henda dag varð borurin settur í føroysku undirgrundina fyri áttandu ferð – í royndini at finna føroysku oljuna. Boripallurin Cosl Pioneer fer at bora næstu 4 til 5 mánaðirnar. Og í oktober ella november vita vit, um Statoil í síni triðju boriroynd rakar við lønandi oljukeldu og letur upp fyri tí føroyska oljuævintýrinum.”

Sum flestum kunnugt er Runavíkar havn veitingarstøðin fyri øllum virkseminum í hesum sambandi. Tað er Atlantic Supply Base við Eli Lassen, stjóra, á odda, sum er operatørur, og stendur fyri øllum flutninginum til og frá feltinum, soleiðis, sum tað er fyriskrivað í føroysku oljulógávuni. ASB hevur leigað alt ISPS 3 økið – oljubryggjuna – til endamálið, umframt at fasilitetirnir, sum felagið sjálvt eigur á bryggjuøkinum, verða brúktir til javna streymin av skipum og farmi av alskins slagi.

Fyrsta skipið sum legði at við farmi til veitingarstøðina var ms. “Havfrakt”, sum Frakt & Sand í Runavík eigur og rekur. Síðani hava onnur farma-, veitingar- og hjálparskip vitjað á fjørðinum. Eitt nú “Frakt”, “Volstad Princess”, “KL Brofjord” og “Esvagt Connector”.

ASB hevur dyggar royndir frá øllum hinum boringunum, ið hava verið undir Føroyum, og tí er tað eitt topptrimmað felag og lið av fólki, sum fer at serviserað øllum boringarhøpinum tað ið eftir er av árinum, ella fram til oktober/november mánaða, sum oljuportalurin skrivar á síni heimasíðu.