Tíðindi

Friður á Glyvrum

Nakrar leygardagar í vetur og í vár hava bátaeigarar í bátahylinum á Glyvrum verið órógvaðir, tá heitt var á teir um at flyta bátarnar úr økinum. Orsøkin er hon, at Runavíkar kommuna er farin í holt við at snøgga øki, við tí ætlan, at gera eina bátabrúgv við neyðugum hentleikum fram við tí eystara landinum. Hylurin var í so grunnur, har sum ætlanin er, at atløgusíðan skal vera. Tí hava teir sprongt burtur úr lendinum á botni, fyri at fáa neyðuga og ætlaða dýpið. Tað hevur gingið so mikið væl við spreingingunum, at teir sum átóku sær arbeiðið, nú siga, at teir stórt sæð eru liðnir at spreingja, og at friður nú aftur verður hjá bátaeigarunum. Tað sum eftir er eru snøklar, sum á ongan hátt koma at órógva somikið, at neyðugt verður frameftir at flyta bátarnar burtur úr bátahylinum orsakað av hesum ávum.