Tíðindi

Føroyar ikki brúk fyri meira enn eini oljuhavn burturav

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. (Mynd Jan Müller/oljan.fo)

Kelda: Oljan.fo

Tað er neyvan møguligt at reka fleiri oljuhavnir í Føroyum á handilsligum grundarlagi. Heldur eiga vit at fáa eina vælskipaða oljuútgerðarhavn í Føroyum. Og er Skálafjørðurin eftir mínum tykki avgjørt besta plássið til slíkt virksemi. Tað heldur Jens Meinard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore.

Hann hevur tó lítlan hug at leggja seg út í kjakið um, hvussu nógvar og hvar oljuhavnir skulu vera í Føroyum, men tá oljan.fo biðjur hann siga sína hugsa út frá tí kunnleika og royndum hann m.a. hevur fingið gjøgnum arbeiðið hjá Skansi í Norra, Mozambique og Tanzania, so ivast hann onga løtu í, at Føroyar hava ikki brúk fyri meira enn eini oljuútgerðarhavn burturav, tá hugsað verður um, hvussu avmarkað leitivirksemið er.

Eisini um tað kemur hartil, at fund verða gjørd, so verður neyvan brúk fyri meira enn eini oljuútgerðarhavn burturav – í øllum førum tey fyrstu nógvu árini.

Hvørjar tænastur aðrar havnir í landinum kunnu vera við at veita er so ein annar spurningur.

“Taka vit basan, sum er í dag, so er hann stórur nokk til tað virksemið, sum hevur verið higartil. Sum nú er eiga vit ikki at hugsa um nakað annað enn tað, sum er. Hyggja vit uppá sikt, so vita vit, at offshore krevur ótrúliga stórt uppland, og tað síggja vit á teimum basum, har vit arbeiða dagliga, bæði í Norra og Afrika.

Man sær beinanvegin, at hetta virksemið er so plásskrevjandi,” sigur Skansistjórin og heldur fram:

“Nú hava vit ein basa longu í Runavík, og má sigast, at sjálvt økið tykist at vera rættiliga væl egnað. Har er veðurgott á flestu ættum, har er djúpt.

Umráðandi er, at har er uppland, og tað er sannlíkt, at núverandi basi má flyta til eitt annað stað á Skálafjørðinum, um tað verður oljufund og størri virksemi í framtíðini. Men tað skilji eg, at myndugleikarnir longu nú hava sett út í kortið.

Tað hevur verið tosað um at gera oljuhavnir í nærum hvørjum króki í Føroyum, men tað haldi eg man skal vera varin við ikki at fara í holt við. Tað er neyvan møguligt at reka fleiri oljuhavnir í Føroyum á handilsligum grundarlagi. Men heldur eiga vit at fáa ein vælskipaðan oljubasa í Føroyum. Og er Skálafjørðurin eftir mínum tykki avgjørt besta plássið.

Tað er eisini týdningarmikið, at infrastruktururin kring basan ella nærhendis er í lagi eisini, og tað er sjálvandi vegasamband, flogsamband, smiðjur, hotelvirksemi o.a tænastuvirksemi.”

Sjálvur er Jens Meinhard Rasmussen júst heimafturkomin úr Norra, har hann hevur havt høvi at vitja umborð á Kongsborg umframt at fundast við stjóran í BG Norge, sum er oljufelagið, ið tvey av skipunum hjá Skansi hava sáttmála við.

Oljan.fo var við í Florø, har oljuhavnin liggur. Sí komandi greinar á oljan.fo.

Annars eru øll fimm skipini hjá Skansi til arbeiðis. Kongsborg, Sjóborg, Saeborg og Tórsborg arbeiða øll í Norðsjónum, meðan Eldborg er í Afrika.

Longsti sáttmálin hjá felagnum gongur heilt fram til 2018 og tá eru eisini optiónir uppá fimm ár aftrat. Fyri hini skipini eru eisini nøktandi sáttmálar.

Tað sær munandi ljósari út nú enn fyri ári síðani. Men henda bransjan hevur altíð verið upp og niður.”

Á jólum er eitt ár síðani flutt varð úr Leirivík til Havnar. Hetta liggur meira sentralt, og húsið er bygt til tørvin. Tað er so í tí
maritima umhvørvinum eisini.

Í dag eru 135 fólk til arbeiðis hjá Skansi Offshore.