Tíðindi

Ferðamannaskip vitjar í Elduvík 15. mai

Mikudagin 15. mai vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen í Elduvík. Skipið, sum er eitt rannsóknarskip, fer at liggja fyri akker uttanfyri bygdina og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Skipið kemur kl. 8.00 og fer víðari til Íslands kl. 23.59.

Fólk í Elduvík eru til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning saman við Visit Runavík og Runavíkar Havn. Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. listarframsýning við William Heinesen í gamla skúlanum, vitjan í kirkjuni, orgulkonsert, heimakafé, túr í bygdini við ferðaleiðara, selfiekapping (#marmennilin) og gongutúrar út úr bygdini við lokalum bónda sum ferðaleiðara. Harumframt verður eitt ASK ME fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og vísa veg.

Spitsbergen hevur áður vitjað í Elduvík, men ikki sum ein bíløgd vitjan, bert sum alternativ um veðrið ikki hevur verið nóg gott at sigla til eitt nú Mykines. Hesaferð er annaðleiðis, vitjanin er bíløgd og íbúgvarar í Elduvík hava lagt vitjanina til rættis saman við Visit Runavík og Runavíkar Havn.

Spitsbergen er 100 m langt og umborð eru 159 ferðafólk úr Norra, Týsklandi, Fraklandi, UK og USA. Reiðaríið Hurtigruten eigur skipið og umboðsfelag í Føroyum er Faroe Ship.

Vælkomin MS Spitsbergen!

Sí myndir frá vitjan seinasta ár

.