Tíðindi

Felagið Høganes & Kúrberg

Felagið Høganes var stovnað á fundi, sum hildin var á Runavíkar Sjómansheimi hin 4. juni 1984. Endamálið við fundinum var at kanna um áhugi var fyri at varðveita hina nærum 100 ára gomlu sluppina “Høganes”, sum lá í Runavík. Skipið var smíðað í Rye í Bretlandi í 1885, og bar tá navnið “James Spurgeon”. Bæði undir íslendskum og føroyskum eigarum bar hon síðani navnið “Skarphjeðinn” og seinri fekk hon so endaliga navnið “Høganes”. Kendi og mikið framsøkni skiparin Júst í Túni bygdi hana um í 1949, og soleiðis bleiv hon brúkt sum fiskiskip, hagartil Felagið Høganes keypti hana fyri eina symbolska upphædd í 1984 – frá Akku á Fløtunum í Lamba. Í nærum tríati ár hevur felagið virkað, og skipið, sum ikki hevur havt siglingarloyvi, hevur verið brúkt til nógv ymisk endamál, eitt nú til smærri konsertir. Eina rættiliga illveðursnátt, ímillum 3. og 4. februar 2011 sakk hon niður við bryggjuni á Skála, og har hevur hon ligið síðani.

Var standurin ringur frammanundan, so gjørdist hann sjálvandi ikki betri av hesum. Felagsins viðtøkur vóru kortini greiðar frá byrjan, endamálið var at varðveita júst hetta skipið. Hareftir hevur nevnd felagsins av góðum grundum handlað síðani. Síðani havaríið er málið viðgjørt í felagnum, og við viðkomandi myndugleikar, men umsíðir gjørdist niðurstøðan, at skipið neyvan kom at flóta aftur, og harvið var upprunaliga endamálið slept. Spurningurin, sum hongur eftir viðvíkjandi “Høganes”, er nú hvussu hon skal flytast úr økinum, har hon liggur, og hvat gerast skal við tað sum er eftir av henni. Í løtuni verður hon sleipað nærri landi, soleiðis, at felagið kann gera eitt neyvari bestikk av støðuni.

2. februar 2013 var aðalfundur hildin í Felagnum Høganes. Har kom upp, at felagið í eina tíð hevði samskift við Runavíkar havn og stjóran á MEST-skipasmiðjuni, um møguleikarnar fyri at saðla um á tann hátt, at felagið heldur fór undir at varðveita “Kúrberg” í staðin. “Kúrberg”, sum seinastu árini hevur verið heimahoyrandi á Tvøroyri, varð flutt haðani inn á Skála, har Tórleivur Hansen úr Skálafirði skuldi høgga skipið upp. Av ymiskum orsøkum hevur ikki verið hildið, at tað loysti seg at umvæla skipið til framhaldandi fiskiskap í bólki 4b. Tórleivur segði seg vera sinnaðan at lata Felagnum Høganes skipið, og síðani er tað tikið upp á sleipistøð á Skála, fyri at finna útav um hetta kann gerast loysnin, til tess at varðveita eitt træskip á Skálafjørðinum.

“Kúrberg” er smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1950. Bygginummar 4. Tað var hin kendi skiparin Jóhan Simonsen –Jóhan í Hoyvík –sum lat skipið smíða í Havn. Jóhan gjørdist ein legenda í føroyskari fiskiveiði og søgu, og tey eldru hava ivaleyst hoyrt um ferðina hann gjørdi við “Hoyvík” úr Danmark til Føroya undir seinru stríðsárunum. Einasta skipið sum sigldi júst hesa leiðina tey árini. Um hesa sjáldsomu hending er skrivað í bókini “Víkingasynir” hjá Jákupi Joensen, sála og fyrrverandi bispi. Jóhan átti skipið í tríati ár. Í 1980 seldi hann til Jógvan Eli á Fløtunum í Lamba. Jóhan var merkismaður, og ein søga sum hoyrdist um tað mundið var, at fleiri boð vóru, og onkur teirra vóru nakað hægri enn tað, sum selt var fyri. Jóhan seldi ikki til hvønn sum helst, hann vildi bara tryggja sær, at skipið kom í góðar hendur. Klassiska søgan um skiparan og skipið, sum alt meiri vóru gingin saman í eitt. Søluprísurin var í so máta undirordnaður. Síðani var hon í eigaraskapi í Eysturoy í mong ár, fyri tað mesta á Runavíkar-leiðini, í meiri enn tvey áratíggju, haðartil hon var seld til Tvøroyrar í 2003. Tvørámenn høvdu ætlanir um at varðveita hana, men keyptu so “Thorshavn” frá Ríkisumboðnum ístaðin við fyrrverandi løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, sum oddvita.

Á aðalfundinum 2. februar 2013 legði øll nevndin frá sær, og í nevndina vórðu valdir Ólavur Groth, Søldarfirði, og Egil Weihe, Lamba. Runavíkar kommuna hevur í mong ár átt ein føddan lim í nevndini, og táið býráðið skipaði seg eftir valið seinasta heyst, fall tað í lutin hjá Tórbirni Jacobsen, Glyvrum, at gerast nevndarlimur í Felagnum Høganes. Umboðandi kommununa. Á aðalfundinum vóru viðtøkurnar m.a. broyttar soleiðis, at felagið hereftir verður rópt: Felagið Kúrberg.

Nú fæst so at síggja, hvussu leikur vignast í ætlanini at varðveita eitt siglandi træskip á Skálafjørðinum. Livst so spyrst.