Tíðindi

Faroe Origin víðkar um virksemið

Suðurportalurin skrivaði soleiðis á heimasíðuni hósdagin í vikuni: “Partrolararnir Vágfelli og Hvannafelli eru seldir til felagið Faroe Origin, som í fjør keypti partar av Føroya Fiskavirking. Vágfelli og Hvannafelli landaðu á Vági fyrr í vikuni eftir góðan túr, men hetta verður seinasti túrur hjá hesum parinum, meðan teir hava heimstað í Vági. Skipini bæði hava í eina tíð staðið á sølulista, upprunaliga við ætlan um at selja skipini uttan fiskiloyvir og fáa nýggjari skip ístaðin. Men fyri góðum mánaða síðani fekk felagið í Vági eitt boð frá Faroe Origin, sum hevði áhuga í at keypa skipini við loyvum. Og nú er so greitt, at Vágfelli og Hvannafelli verða partur av flotanum hjá Faroe Origin, sum eisini fevnir um Rókur, Lerkur, Stelkur, Bakur, Heykur og Falkur. Søluprísurin er ikki upplýstur, men sum skilst, verður partapeningurin í felagnum vónandi dekkaður inn við søluni.”

Eftir at gólvið hevði verið turt á flakavirkinum í Runavík í eina tíð, meðan trotabúgvið eftir Føroya Fiskavirking varð gjørt upp, hevur nógv virksemi verið á virkinum. Samtakið Faroe Origin, sum Varðin, Framherji og Bacalao eiga, keypti virkið og 6 togarar úr trotinum og nú hava somu vinnuligu áhugamál gjørt av at keypa partogararnar Vágfelli og Hvannafelli. Teir standa á sleipistøð í Tórshavn í hesum døgum, og vit, sum búleikast her um leiðir, fegnast almikið um, at tað grør um gangandi fót hjá teimum, sum tóku um endan, og fingu hetta týðandi virksemi í gongd aftur við Runavíkar havn. Óneyðugt er at siga hvussu stóran týdning hetta stóra virkið og togararnir hava fyri kommunu, havn og tað fólk sum her býr. Runavíkar havn ynskir eigarunum hjartaliga tillukku við keypinum og vit ynskja teimum blíðan byr í ókomnum døgum.