Tíðindi

Farmaflutningur í Funningsfirði

Nógv virksemi er í Funningsfirði og á fjørðinum. Í eina tíð er økið á havnarlagnum uppgraderað, og alingin hevur umsíðir fingið nøktandi karmar. Umframt útróður og royndarverkætlanina við aldum tara er nógv virksemi á virkinum hjá John Kjeld. Timburvirkið, sum m.a. fæst við at framleiða plattar til føroysk virkir, hevur hesi seinru árini flutt rávøruna úr Eystrasalti til vanligu uppskipingarhavnirnar í Føroyum. Nú gjørdi John eina roynd at flyta timbri beinleiðis til Funningsfjarðar. Farmaskipið “Fri Sky” kom við farminum, og sum skilst var royndin í allar mátar nøktandi, serliga táið skipið kundi leggja til bryggju, har til ber at siga, at bara tún er ímillum skip og virki.