Tíðindi

Brúgvin um politiskar væmingar og vaggandi gjálv

Tórbjørn Jacobsen

Ætlanin um gerð av Tangafjarðartunlinum, sum kom brestandi út úr politiska móðurlívinum við afturpartinum fyri, er løgd í eina prosess, har hon annaðhvørt verður egg ella ungi. Eftir uppgangin av vitleysu CIP-loysnini setti Landsstýrið ein arbeiðsbólk niður, spekkaður við embætisfólki av ovastu rókum, at snikka til eitt tilmæli, um hvussu farast skal fram í málinum, sum higartil er størsta einstaka infrakervisætlan í Føroya søgu. Ein niðurstøða hjá bólkinum er, at: “Tapið fyri brúkaran er nógv størri í eini privatari verkætlan óansæð privata rentukostnaðin (uml. 3,5 mia. kr.) – tí hann vil optimera eftir hægsta umsetningi – og tí er hendan loysnin vald frá.”

Samsvarandi tilmælinum hevur politiska skipanin latið arbeiðsbólkinum eitt kommissorium – ein arbeiðssetning – har nágreinast skal hvør skilabesta loysnin er fyri føroyska samfelagið, t. e. tann loysnin, ið hevur við sær størstu samfelagsnyttuna. Nevndir vera fýra streingir: Almenn fígging, alment partafelag, APS (alment, privat, samstarv) og privat. Tilmælisbólkurin hevur ikki sitið sjóvarfallið av sær, og niðurstøðan er greið í mun til akstur-kioskina hjá CIP og Kára. Bólkurin mælir til, at Tangafjarðartunnilin verður lagdur í eitt slag av almennum partafelag soleiðis, sum vit kenna tað aftur frá hinum báðum undirsjóvartunlunum. At hin fyrrverandi departementsjefurin í niðurlagda Innlendismálaráðnum er ein av tilmælarunum, kennist ikki sørt tragikomiskt, eftir alt tað buldur og brak, sum hevur herjað politisku skipanina og samfelagið hesar seinastu mánaðirnar. Helst sigur tað ikki sørt um hvør, ið hevði brøkurnar uppi á í tí fasuni av málinum. Nú vendir málið um ikki annað rætt, hvat ið ognar- og rakstrarliga høpinum viðvíkur.

Í landbúnaðar samfelagnum brúktu føroyingar lítið og onki firðirnar. Fólkakonsentratiónirnar lógu so nær útróðrarmiðunum sum gjørligt, tað ráddi um at rógva stytsta teinin við árarnar, fyri at bjarga sær mettuna, so mátti man í aðrar mátar snúgva sær alt eftir hvussu líkindini annars lagaðu seg. Tað samfelagið megnaði ikki at metta fleiri enn 4 túsund fólk. Stóra lopið á søgunnar slóð kemur við fiskivinnusamfelagnum, og tástaðni fáa vardir firðir og ditto vágir allan týdningin fyri framtøkuna. T.d. Klaksvík, Fuglafjørður, Skálafjørður, Seyrvág, Miðvág, Vestmannahavn, Trongisvágsfjørður og Vág. Fólkatalið 10-faldaðist av hesum revolutionerandi vinnuliga paradigmuskifti. Skip og flótandi eindir høvdu tørv á tryggum havnaviðurskiftum.

Tilmælingarbólkurin hjá landsstýrinum heldur nú uppá, at tað eigur at vera umhugsað, at broyta linjuføringina í Tangafjarðartunlinum til at fevna um ein tunnil millum Strendur og Sund, og síðani skal ein brúgv gerast yvir Saltnesgrynnuni, alt fyri at minka íløguna og váðan í verkætlanini. Grundgevingin er, at samfelagnyttan fer at vaksa óvanliga nógv, táið strandingar seta seg á hjólhestin ella fara labbandi yvir í Heiðarnar eini ørindi, ella øvut, táið glyvramenn við spentar ál fara traðkandi á pedalarnar yvir um fjørðin. Og sum rosinan í pylsuendanum staðfesta tey: “Ein brúgvaloysn kann verða framd uttan at ávirka skipaferðsluna á Skálafjørðinum stórvegis.” Kortini leggja teir upp fyri reaktiónunum, sum hava verið av hesi vitleysu ætlan, síðani hon á fyrsta sinni sá dagsins ljós.

Her giti eg, at tilmælingarbólkurin er farin langt út um kommissoriið sum Landsstýrið hevur latið teimum. Ongin hevur heitt á tey um at viðgera skipaferðsluna inn og út av Skálafjørðinum, yvirhøvur, og hvar eru argumentini fyri hesi útsøgnini: “Ein brúgvaloysn kann verða framd uttan at ávirka skipaferðsluna á Skálafjørðinum stórvegis?”

“When darkness comes/And pain is all around/ Like a bridge over troubled water.” Soleiðis syngja teir, Paul Simon og Arthur Garfunkel. Svartir skýbøklar fara um okkara part av landinum, og tað pínir í hjarta og heila, táið ein skilaleys ætlan sum hendan, at steingja frægasta fjørðin í hesum lítla landinum av fyri øllum møguleikum í framtíðar vinnu, rulla fram í almenna rúminum. Væl kann tað vera, at tilmælta loysnin tøkniliga/fíggjarliga er frægasta loysnin separat fyri sjálvan tunnilin, men tað eru onnur samfelagsatlit sum skulu takast í hesum førinum. Tað er allur samanhangurin, sum má vera grundarlagið undir verkætlanini. Í mínum optikki snýr tað seg um at knýta 80% av fólkinum í landinum saman við eini ás, sum heilt víst fer at fremja ein samrakstrarmátt í meginøkinum og í øllum Føroyum. Ein leið sum hartil er ein forrætning í sær sjálvari. At høgga av hæli og sneiða av tá í eini verkætlan, sum verður aksturmeginás í hundraðir av árum frameftir, er lítið skilagott. Fyri ikki at siga vitleyst.

Ein embætisbólkur kemur ikki at ráða fyri hvør loysnin verður, til tað hevur fólkið valt sínar politikarar. Teir eiga at halda seg til upprunaligu ætlanina, sum gongur uppá land báðumegin fjørðin. Skuldu teir bara umhugsað tankan um ætlanina, at seta ein propp í Skálafjørðin, skulu teir rokna við, at uggafjarðarnir hevja seg, tí sum skaldið sigur um fólkið á tí annars so kongatrúgva Skálafjørðinum, í sambandi við fiskimannafelagsstreikurnar í fimtiárunum: “Úti undir væðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar !”

Vóni ikki at dulda politiska dagsskráin nú er at steðga málinum um Tangafjarðartunnilin, og at nývakta brúgvamálið er gjara út, fyri at fáa fólk í økinum til at flyta fokus og orkuna, til bara at verja seg fyri ólíkindunum, sum tilmælingarbólkurin, bara mannaður við høvuðsstaðarborgarum, diskar upp við í hesum døgum. Uppskotna ætlan teirra broytir eisini málið soleiðis, at grótið sum skal takast upp úr havbotninum, fer aðrar leiðir enn til útbyggingar á frægasta fjørði, sum føroyingar eiga, – ella ætla teir at steingja fjørðin av fyrst soleiðis, at grótið kann akast yvir um brúnna, tá borarnir eru farnir at eta seg inn undir Tangafjørð?

Summa summarum: Jarðleggið brúgvaætlanina yvir Saltnesgrynnuni umgangandi, annars skal ilt verða verri !