Tíðindi

Broytt bygdarmynd

Bláu fóðurgoymslurnar, silo´irnar, ið hava staðið úti á verjugarðinum í bátahýlinum í Funningsfirði, hava í mong ár verið ein eyðsýnd bygdarmynd. Á flestu myndum, tiknar av og í bygdini, hava tær úr ymsum sjónarhornum verið ein partur av myndunum. Tær hava verið brúktar í alivinnuni. Hesi seinastu árini hava tær kortini ikki verið í brúki, og eftir at Runavíkar havn og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, høvdu samskift um málið, eru tær nú tiknar niður og eru falnar fyri tíðarinnar tonn, – sum gamalt jarn í onkrum bræðingarovni uttanlands.

Nógv virksemi er á havnarlagnum í Funningsfirði. Umstøðurnar hjá alivinnuni verða nú av álvara dagførdar, m.a. soleiðis, at útgerðin, sum hevur verið goymd og brúkt á og av høvuðsbryggjuni, verður flutt norður til nýggju atløgubryggjuna, nýliga gjørd har sum alifiskurin verður tikin uppá land í framtíðini. Harvið er aftur møguligt hjá flutningsskipum at leggja vøru upp á bryggjuna. Timbur/platta-virkið hjá John Kjeld hevur úr at gera, og áður hevur hann flutt rávøruna beinleiðis úr útlondum inn á Funningsfjørð. Um farið verður undir hesa flutningsleið av nýggjum, er ivaleyst ein møguleiki, sum verður umhugsaður í Funningsfirði í løtuni.

Runavíkar kommuna er av álvara farin undir at femja spillivatnsverkætlanina. Byrjað er í Funningsfirði, og virkað verður við hesum haðartil arbeiðið er liðugt. Síðan verður asfalt lagt á alt økið. Brúgvahøvdið í bátahylinum, har sum fóðurgoymslurnar stóðu, kann nú brúkast til atløgupláss hjá einum størri útróðrarbáti.