Tíðindi

Balmoral kemur í 2020

Ferðamannaskipið MV Balmoral hjá Fred. Olsen Cruise Lines hevur bókað pláss í Runavík leygardagin 18. juli 2020. Umborð verða umleið 1350 ferðafólk og manningin telur 510 fólk. Skipið er 218,18 metrar til longdar og er 43.537 tons til støddar. MV Balmoral liggur við kai frá kl. 7.00 til kl. 23.00.

Runavíkar Havn, sum hevur tikið ímóti trimum øðrum skipum frá Fred. Olsen Cruise Line í 2015, Black Watch, Boudicca og Braemar, ynskir Balmoral hjartaliga vælkomnum á Runavík.