Tíðindi

Ávaringin avblást

Teir, sum fáast við at dýpa í bátahylinum á Glyvrum, hava sprongt í dag. Flestu bátaeigararnir fluttu sínar bátar fyri spreingingina, og skotið eydnaðist somikið væl, at tað var lítið meira enn at tað sást í sjóvarmálanum, táið sprongt var. Nakrar spreingingar verða framdar afturat í vár, áðrenn komið er á mál við arbeiðnum. Tær eru ætlaðar at vera leygardagar og í hvørjum einstøkum føri verður boðað frá hesum frammanundan. Í lýsingum í Útvarpinum og á heimasíðunum www.runavík.fo og www.portofrunavik.fo