Tíðindi

ASB búgva seg til áttandu boringina

Nú man tað fara at líða nakað væl til áttanda boringin á føroyska landgrunninum byrjar. Runavík hevur verið veitingarhavn síðan leitivirksemi byrjaði, og soleiðis verður tað aftur hesa ferð. Sum tað sæst á myndini, eru tey hjá Atlantic Supply Base av álvara farin at búgva seg til sum veitingarfelag. Jan Múller, http://www.oljan.fo/ skrivaði seinast í januar mánaða 2012 hesa greinina um væntaða virksemið í summar: Statoil fer at bora á føroyska landgrunninum í summar. Hetta veit útvarpið hjá Kringvarpinum at siga frá. Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil sigur, at pallurin, sum Statoil fer at brúka til boringina, í løtuni borar fyri Statoil á norska landgrunninum og skal hann bora nakrar brunnar aftrat, áðrenn hann kemur til Føroya. Tað er altíð torført heilt neyvt at seta dato á, nær ein brunnur er tøkur til eina uppgáva, tí bæði veður, møgulig testing oa. kann hava ávirkan á júst nær ein pallur er tøkur.

Fyrireikað væl
“Vit hava fyrireikað verkætlanina leingi, og frá okkara síðu eru vit tilreiðar at fara undir uppgávuna í summar”, sigur Statoilstjórin, sum leggur aftrat, at tað sita fólk bæði í Føroyum og Noregi og arbeiða við hesi stóru verkætlanini.

Komandi boringin á loyvi 006 fer at hava nógv avleitt virksemi í Føroyum vi sær. Herfyri segði Statoilstjórin við oljan.fo, at tað fara at arbeiða eini 300 fólk á pallinum í boritíðini, sum fer at taka einar 4 til 5 mánaðir. Felagið skal í hesum sambandi søkja um arbeiðsloyvi til øll fólkini, sum tá koma at rinda skatt í Føroyum.

Aftrat hesum koma eisini nógv fólk á landi at hava tilnýti til boringina. Her verður hugsað um ymsar undirveitarar so sum Atlantic Airways og Atlantic Supplybase fyri bert at nevna tveir. Men eisini á skrivstovuni hjá Statoil fer at vera nógv virkisemi hesa tíðina, har tað fara at arbeiða eini 25-30 føroyingar og útlendingar sigur Rúni Hansen við útvarpið.

Harumframt koma so eisini aðrar tænastuveitingar so sum bunkring, supply oa. Alt í alt kann alt hetta avleidda virksemið koma at geva einar 100 mill. kr. til føroyska samfelagið.

Úrslit á jólum
“Um vit finna olju, so kann tað blíva nógv og stórt, men sannlíkið fyri at finna er ikki so stórt. Orsøkin er, at vit kenna so lítið til økið, og tí mugu vit royna okkum fram”, sigur Rúni M. Hansen við útvarpið. Eitt úrslit av boringini fyriliggur neyvan fyrr enn um jóltíðir.

Tað er Statoil, sum er fyristøðufelag og eigur 50% av loyvinum. ExxonMobil hevur 49% og Atlantic Petroleum 1%. Brunnurin, sum hevur fingið heitið Brugdan 2, verður boraður nærhendis Brugdan 1 brunninum, sum varð boraður í 2006 av pallinum Stena Don. Pallurin, sum nú skal bora, er Cosl Pioneer og er hann spildurnýggjur og bygdur í Kina.

Ætlanin er at fara djúpri við hesi boringini enn við teimum undanfarnu sjey. Brugdan 1 kom niður á uleið 4200 metrar. Hesaferð verður farið væl djúpri, men Statoil vil tó ikki upplýsa, hvussu djúpt.

Níggjandi brunnurin í 2014
Umframt henda áttanda brunnin á landgrunninum er enn ein á skránni í loyvi 008, og tað er aftur Statoil, sum er fyristøðufelag. Felagið hevur upplýst, at miðjað verður móti at bora hann í 2014. Har skulu fyrst gerast neyvari 3D seismiskar kanningar fyri at finna rætta staðið at seta borin í. Brunnurin verður boraður tætt upp at markinum móti Bretlandi, nærhendis einum stóru oljufundi, Rosebank, sum varð gjørt har nøkur ár herfyri. Statoil er eisini við í tí verkætlanini, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at hilnast hesumegin markið, tá tað kemur hartil.

Aðrir brunnar eru so enn ikki á skránni, men á Jarðfeingi verður alla tíðina brúkt nógv orka uppá at marknaðaføra føroyska landgrunnin og gera vart við møguleikarnar her. Einki er at ivast í, at eitt fund ella áhugaverdir upplýsingar í Brugdan 2 brunninum kunnu fáa áhugan fyri Føroyum at vaksa aftur. At heimsins størsta oljufelag ExxonMobil í fjør gjørdi av at keypa seg inn í fleiri av loyvunum hjá Statoil er undir øllum umstøðum eitt sera positivt signal fyri oljuleitingina í Føroyum.