Tíðindi

Arbeiðið verður gjørt liðugt

Hin 18. juni 2018 samtykti Runavíkar býráð at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini um at gera arbeiðið av havnarlagnum, við nýggju bryggjuna í Saltangará, endaliga liðugt.

Útbyggingin av havnarlagnum er liðug og avhendað. Asfaltering og ljós var ikki við í útbjóðingini, tí hetta skuldi útbjóðast fyri seg. Kostnaðurin av hesum liggur innanfyri játtanina til samlaðu verkætlanina. Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at arbeiðið verður gjørt endaliga liðugt við asfaltering og el.