Tíðindi

Amadea á Runavík

Ferðamannaskipið “Amadea” kom á Runavík týsmorgunin 31. august kl. 06:30. Skipið er smíðað í 1991 á Mitsubishi Heavy Industries shipyard í Nagasaki í Japan.

Japansku eigararnir, Nippon Yusen Kaisha, góvu skipinum navnið “Asuka”, men fyri 6 árum síðani avgjørdu teir at selja skipið til Amadea Shipping Company, og hesir góvu tí navnið “Amadea”, samstundis chartraðu teir skipið út til týska felagið Phoenix Reisen, ið eisini tekur sær av øllum operatiónunum ferðavinnuni viðvíkjandi.

Skipð er 193 metrar langt og 25 metrar breitt. Støddin er 28.856 GT og maskinorkan úr tveimum MAN-Mitsubishi motorum er 17.300 kw. Mesta ferð er 21 fjórðingar um tíman. Við á ferðini eru á leið 600 ferðafólk. Skipið er skrásett í Nassau á Bermuda oyggjunum. Skipari er Hubert Flohr og Kreuzfahrtdirektor er Christian Adlmaier.

Skipsumboð í Føroyum er Tor-Shipping. Skipið sigldi av aftur Runavík sama dagin kl. 12:50.