Tíðindi

Afturhvarv á Skálafirði

Hósdagin kom frystifarmaskipið “Sunny Maria” á Runavík. Russisk áhugamál eiga skipið, sum siglur undir hentleikaflagginum hjá Belize. Tað serliga við hesi vitjanini er, at hon váttar, at føroyingar einaferð hava verið dugnamenn í skipasmíði. Í vælmaktsdøgunum hjá Skála Skipasmiðju fóru teir undir at smíða eina røð av frystifarmaskipum. Eina seriu, sum tað eitur á fakmálinum. Prototýpan og fyrsti nýbygningurin varð “Snowdrop”. Eigari var danska felagið Copenhagen Reefers, sum nógvir føroyingar áttu í. Hópur av føroyingum hava eisini siglt við skipunum hjá hesum felag. “Snowdrop” var liðugt smíðaður á Skála í 1978, og er harvið 34 ára gamal, ein høgur aldur fyri eitt skip, sum fyri tað mesta hevur siglt í tí mangan buldrasliga Norðuratlantshavi. Seinri í somu seriu komu “Iceblink” (1979), “Iceberg” (1979) og “Iceport” (1980). Sama skrokksniðið varð seinri brúkt til frystifarmaskipini “Norðlandia” (1980), “Ólavur Gregersen” (1982) og “Vestlandia” (1983). Ein vaksin útgáva av hesi seriu vóru skipini “Star Viking”, “Star Saga” og “Helena”, eisini smíðað á Skála Skipasmiðju. Eftir at Copenhagen Reefers hevði átt skipið í mong ár, var tað selt til marokkanskar eigarar, ið brúktu tað til flutning av citrusfruktum til Europu, og nú liggur skipið aftur á Skálafjørðinum og innskipar frystan fisk frá russiska togaranum “Melkart2”.