Tíðindi

2013; -Runavíkar havn 6 milliónir í avlopi

Nú er nakað væl fráliðið, síðani fimm kommunur valdu at leggja saman í ein kommunalan felagsskap í Eysturoynni. Skála-, Oyndarfjarðar-, Funnings-, Elduvíkar- og Runavíkar kommunur gingu saman undir heitinum Runavíkar kommuna. Ein avleiðingin varð, at havnarløg, bátahyljar og lendingar í hesum økjum vóru løgd saman í rakstrareindina Runavíkar havn. Tí ber til at samanbera rakstrartølini frá og við 2005 og 9 ár fram. Í vídd er Runavíkar havn ein trivalig virkiseind, sum røkkur frá lendingini í Æðuvík norð á lendingina í Funningi – og av støðni í Lamba yvir um fjørðin til Skála.

Runavíkar havn/kommuna er eisini partur av kommunala felagsskapinum Kongshavnar havnastýri, ið umsitur Skálafjørðin og eigur lutfalsligar partar av fjøruni framvið honum. Runavíkar kommuna eigur tveir av fimm nevndarlimum í stýrinum, og fyri hetta valskeiðið er hon umboðað av Jonhardi Danielsen og Tórbirni Jacobsen. Brandur Jacobsen umboðar Eysturkommunu, Jens Kristian Rasmussen Sjóvar kommunu meðan Súni í Hjøllum, sum umboðar Nes kommunu, er formaður. Umframt at luta havnargjaldsfæið út til limakommunurnar hevur Kongshavnar havnastýrið átikið sær at rudda í fjøruni kring fjørðin og at stuðla peningaliga fyri at vaksa um ferðsluna inn og út av Skálafirði.

Nógv virksemi er í økinum hjá Runavíkar havn. Flakavirkið hjá Pf. Faroe Origin tykist vera komið í eina fasta og trygga legu, trolararnir Heykur og Falkur, Bakur og Stelkur, Munkur og Skúgvur og Rókur og Lerkur landa til virkið. Fiskiskapurin hevur okkurt árið verið betri enn í ár, men rættiliga støðugt arbeiði hevur kortini verið á virkinum. Í summar royndu teir at virka makrel frá trolarunum, og sagt verður, at royndirnar vignaðust væl. Í góð tvey ár hevur farmaskipið “Silver Fjord” siglt í fastari rutusigling ímillum Runavík og Scrabster. Tað er felagið Fresh Link sum er fyristøðufelag, og felagið leigar gomlu Landingar-miðstøðina frá Runavíkar kommunu, sum nú eigur húsini. Fyri Runavíkar havn, ið var ein av stóru farmahavnunum í mong ár, var hetta eitt kærkomið íkast, táið rákið og traditionellu farmaruturnar inn á meginlandið miðsavnaðu alt sítt virksemi í Tórshavn. Væntiliga fer “Silver Fjord” at røkka upp til 96 fráferðir higani av Runavík í 2013.

Royndarboringin eftir fossilum evnum í føroysku undirgrundini í 2012 varð ikki tikin uppaftur í 2013, hóast fyriskipanarfelagið Statoil steðgaði boringin stutt fyri jól í fjør, uttan at vera rokkið á mál. Harvið hevur Runavíkar havn ikki verið virkin sum oljuútgerðarhavn í ár. Hóast vit ikki hava fingið endaligu boðini um tað, so bendir mangt á, at Statoil herjar á aftur í føroyskum øki í 2014. Helst við átakinum at gera boringina frá 2012 lidna, og at gera eina royndarboring umframt hesa omanfyri umrøddu. Atlantic Supply Base Ltd. hevur í eina tíð gjørt seg út til at taka veitingarvirksemið í 2014 á seg, eitt nú eru tangarnir tiknir niður, sandblástir, galvaniseraðir og kótaðir, og gongur alt sum vit væntað, verður aktiviteturin hjá ASB Ltd. ikki lakari í 2014 enn hann var í 2012. ASB Ltd. hevur eisini havt nøkur av starvsfólkunum í skiftisvinnu á norskum oljuterminalum, og eru tí til dystin fús, táið gongd kemur í á feltinum aftur.

Aftur í 2013 hava fremmandir trolarar og farmaskip vitjað Runavíkar havn. Í størri mun enn nakrantíð hava russiskir og kinesiskir trolarar ligið við bryggju og umskipað veiðuna. Umboðsfeløgini eru fyri tað mesta Faroe Agency, Faroe Skip og Thor í Hósvík. Bæði fyri og eftir vertíðina, serliga makrelvertíðina undir Føroyum, hava skipini ligið við bryggju á Skála og í Runavík. Hetta hevur verið eitt gott og mikið vaksandi íkast í raksturin hjá Runavíkar havn. Stóru kvoturnar av makreli og sild eru ein orsøkin, og ein vaksandi svartkjaftakvota í 2014 átti ikki at gjørt næsta árið lakari enn 2013. Samskiftið við manningarnar umborð í fremmandu skipunum og føroysku umboðsfeløg teirra hevur gingið uppá stás.

Á Skála er tað mesta virksemið kring um skipasmiðjuna hjá MEST. Articon, El-Service og upphøggingarfelagið hjá Tórleifi Hansen virka eisini á havnarlagnum í bygdini. Søldarfjørður stendur fyri eini javnari og góðari inntøku, serliga umvegis oljutangarnar í bygdini, sum veita olju til eitt stórt øki í landinum umframt bunkringar av skipum. Saltgoymsla er eisini á havnarlagnum, og nakrar ferðir um árið koma saltdamparar á Søldarfjørð við farmi úr Miðjarðarhavslondum. Nógv alivirksemi er á støðni í Lamba, alifiskur verður tikin uppá land í Oyndarfirði, har fiskaarbeiði eisini er, og umframt alivirksemi og taravirksemi á Funningsfirði er rættiliga regluligur farmaflutningur nú inn á fjørðin við viði til plattaverksmiðjuna hjá John Kjeld og felagi hansara Atlantshav.

Eftir eina størri niðurgongd í inntøkum og avlopi í áravís, er tað nú farið at bragda aftur í rakstrinum hjá Runavíkar havn. Eftir at hon hevur verið skipað sum samanløgd virkiseind í 9 ár, ber til at staðfesta, at árið 2013 verður metár hjá Runavíkar havn, bæði í inntøkum og avlopi.

Inntøkurnar í ár tátta í hálva tólvtu millión krónur, og avlopið verður góðar 6 milliónur. Sum sæst á stabbunum omanfyri er hetta ein tvífalding (98% vøkstur) í inntøkunum í mun til 2009, meðan avlopið er vaksið hálvatriðju ferðina (148% vøkstur) í somu samanbering. Til ber at siga, at vit í stóran mun hava brúkt fasilitetirnar fram ímóti hámarkinum í 2013, og tí skal ikki roknast við sama vøkstri frameftir, uttan so at bygnaðurin – struktururin – í skipafrekvensinum broytist ella uppland og atløgusíða legst til í økinum.

At traditionella farmavinnan hvarv úr økinum, og øll framleiðslan til útflutnings brádliga skuldi flytast landvegis til aðra meginhavn uttanfyri kommunumarkið, og á sama hátt partur av innflutninginum, kom illa við hjá m.a. Runavíkar havn. Brúgva-, havna- og vørugjøld hvurvu úr høpinum, meðan karmarnir um framleiðsluna framvegis skuldu haldast í nøktandi standi. Framleiðslan og avleidda inntøkan av henni hingu ikki saman longur, og vónandi verða ráð fyri, at hesi viðurskifti onkursvegna koma í rættlag aftur. Hetta kann krevja eina skjóta íløgu, sum kortini er yvirkomulig. Her verður serliga hugsað um atløgusíðu ímillum bryggjurnar fram við landinum, norður ígjøgnum fjøruna frá Havnarskrivstovuni í Runavík, ímillum Høgabólsbryggjuna og Oljubryggjuna. Ein íløga, sum eisini hevði gjørt tað møguligt at marknaðarført Runavíkar havn í størri mun á ferðaskipavinnuøkinum, har skipini áhaldandi gerast størri í vavi. Mong teirra eru longu so stór, at vit ikki fáa hýst teimum undir verandi umstøðum.

Í mong ár hevur Runavíkar havn roynt at selt seg sum havn hjá ferðamannaskipum. Á ferðastevnum í USA og suðuri á meginlandinum. Higartil hava 18 skip vitjað okkum síðani 2005. Í 2014 fáa vit í hvussu er vitjan av einum skipi og í 2015 koma tvey ferðamannaskip higar at vitja. Marknaðarføringin er drúgført arbeiði, men vit vænta framvegis at glið kemur á, serliga um umstøðurnar, sum sagt, gerast betri sum frálíður.

Størstu broytingarnar á havnarlagnum fara at henda á Glyvrum í árinum sum kemur. Alifyritøkan Bakkafrost er farin undir at miðsavna sítt virksemi á Bakka, og í hesum sambandi fer ein rættiliga stór útbygging fram, sum krevur, at stór útfylling skal gerast út á sjógv. Hendan verður framd í 2014 og longu nú er fyrsta byggistigið komið væl áleiðis. Nýggja kassavirkið er reist, og ein stór framleiðsluhøll skal setast upp norður frá gamla kassavirkinum, sum nú er í framleiðslu. Hartil fær virkið smíðað ein nýggjan stóran alibát, “Hans á Bakka”, sum verður handaður eigaranum í 2015. Nakað av tillagingum skulu gerast, fyri at hann kann uppskipað allan alifiskin, sum í framtíðini skal leggjast upp við Bakkabrúnna á Glyvrum. Kommunan ger økið byggibúgvið, og eftir tað leigar Runavíkar havn økið útaftur til virkiseigaran. Hetta er veruligt framtak, sum fer at muna heilt væl í útboðnum av arbeiðsmøguleikunum hjá fólkinum her í økinum og aðrar staðir við.

Annars eru hópin av virkjum fram við havnalagnum. Smiðjur, útgerðarfeløg, útróðrarbátar, teymavirki, tænastufyritøkur og framleiðsluvirki av ymiskum slagi. Samanumtikið eitt vinnulív, sum eigur í sær tann dynamikkin, ið skal til fyri at halda sær sjálvum, fólkinum og so nógvum øðrum hjólum gangandi í gerandisdegnum.

Tvey starvsfólk eru í føstum starvi við Runavíkar havn. Havnarmeistarin og umsjónar-maðurin Brandur Højgaard. Hevur tørvur verið á tí, hava dugnaligir avloysarar tikið eitt tak, táið á hevur staðið. Sum sæst í stabbamyndini, sum sýnir gongdina seinastu 9 árini, so hevur Runavíkar havn verið í menning aftur hesi seinastu árini, trivaligi vøksturin verður kortini minkandi, tí havnaløgini hava verið brúkt at kalla optimalt hesa tíðina. Hugsandi er kortini, at ein víðkan av fasilitetunum kann seta ferð á vøksturin aftur við nýggjum møguleikum. Tað spyrst um livst.

Í vinnu- og havnarnevndini hjá Runavíkar kommunu sita Arnfinn Langgaard, formaður, Kári Egholm Jacobsen og Jonhard Danielsen.