Runavík og Saltangará

Havnarlagið í Runavík og Saltangará er økið við mest skipaferðslu, stórum og góðum atløgubryggjum og framúr góðum viðurskiftum hjá vinnufyritøkum at húsast á.

Atløguumstøðurnar eru sera góðar við bryggjurnar í fiskivinnuhavnini, við pirin og í Kongshavn. Nýggja longda bryggjan við Kongshavn ger tað møguligt at taka ímóti øllum sløgum og støddum av skipum. Seinastu árini er skipaferðslan inn á Runavíkar Havn nógv økt. Her er talan um bæði fiski- og farmaskip, sum javnan koma inn. 

Atløgubryggjur

  • Pirurin: longd 198 m, dýpi 12 m
  • Fiskivinnuhavnin: longd 232 m, dýpi 5-6 m
  • Rókakaiin: longd 127 m, dýpi 4-8 m
  • Kongshavn: longd 567 m, dýpi 6-12 (harav 321 m hava 12 m dýpi)

Sí eisini: 1. Kunning um atløgu og 2. Kort