Cruise Elduvík

Sí film um móttøku í Elduvík


Eitt serstakt ferðamál hjá smáum ferðamannaskipum

Runavíkar Havn og Visit Runavík hava saman við íbúgvum og ferðavinnuveitarum í Elduvík ment eina burðardygga vøru til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum. Meðan skipið liggur fyri akker út fyri Elduvík, verða ferðafólkini sigld inn á lendingina við smábátum, har tey umboð fyri Runavíkar Havn og Visit Runavík taka ímóti.

Undanfarnu vitjanir hava eydnast væl, og bæði vitjandi og fólk á staðnum høvdu eina góða uppliving. Í mesta lagi trý ferðamannaskip verða loyvd inn á Elduvík um árið.
 
Reiðarí, sum eru áhugað í at koma til Elduvíkar, mugu boða teirra umboðsfelag í Føroyum frá í góðari tíð, soleiðis at Runavíkar Havn kann søkja um loyvi frá myndugleikunum at taka ímóti smábátum frá útlendskum ferðamannaskipum. Av tí at hetta er ein vøra, sum gagnar lokalsamfelagnum, eru allar umsóknir higartil gingnar á møti.

Runavíkar Havn og Visit Runavík hava, í samstarvi við lokal og túrsmiðir, gjørt eitt heildartilboð við nøkrum upplivingarpakkum. Pakkarnir innihalda m.a. lokalar ferðaleiðarar, kunning um trygd, tá ferðafólkini koma í land, heimacafé, sølu av minnislutum, Ask Me-fólk, atgongd til gamla skúlan og kirkjuna, konsertir og gongutúrar við ferðaleiðara í bygdini og millum bygdir.